Limir í KT-felagnum

Tøkni mennir fullkomnar og samansettar heimasíðuloysnir og mobilar appir fyri kundar í Føroyum og uttanlands.

Nemlia mennir og veitir eldratøkni til heilsu- og røktarøkið. Nemlia knýtir fólk, ið eru einsamøll ella óhjálpin, við umsorganar-starvsfólk og avvarðandi. Endamálið er at hjálpa fólki at liva lívið til fulnar, uttan forðingar ella ótta.

Vit binda Føroyar saman í eitt sterkt og nútíðarhóskandi kervi, sum kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur.

Nema vil veita loysnir ið skapa virði fyri kundan. Í samstarvi við kundan, saman við góðum førleikum og vørum, kunnu vit bjóða dygdargóðar og kappingarførar loysnir innan KT-útgerð, KT-skipanir, skrivstovulutir, innbúgv og support.

Stýr er ein Microsoft Dynamics NAV ráðgeva fyritøka, ið veitir skilagóðar loysnir við at gagnnýta standard tøkni so sum Microsoft Dynamics NAV, Azure og Office 365.

KT-Húsið virkar á føroyska teldumarknaðinum við sølu av hardware, software, tænastum og egnum forritum til vinnulív, útbúgvingarstovnar eins og kommunur og almennar stovnar.

Málið hjá Klintra er, at vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar.

Combine-IT átekur sær flest allar KT-uppgávur til bæði størri og smærri virkir. Okkara hjartamál er fyrst og fremst at nøkta kundans tørv við at veita nútíðarhóskandi loysnir innan KT-trygd og menning og at ráðgeva og hjálpa fyritøkum, ið tørva eitt KT-grundarlag.

Data synkronisering, webservices, Windows services, Windows applikationer, databaseudvikling, back-end logik, data-flow.