Um felagið

KT-felagið er limafelag hjá føroyskum KT fyritøkum og húsast í Vinnuhúsinum. Skrivari og samskipari er Marius Thomassen.

OKKARA HJARTAMÁL ER AT FØROYSKA KT-VINNAN SKAL GERAST EITT SJÁLVSAGT FYRSTA VAL, TÁ KT-VERKÆTLANIR VERÐA ÍVERKSETTAR. HVØRKI MEIRA ELLA MINNI.

nevndin2020

Í nevndini í KT-felagnum 2020-21 eru: Fróði Magnussen frá Formula, Ulla Joensen (forkvinna) frá Elektron, Gudny Langaard frá Nema, Snæbjørn Jacobsen frá Stýr, Jan Ziskasen frá Føroya Tele og Ólavur Ellefsen frá Nemlia og Tøkni.

Grundarlagið undir framtíðini

Stabbagrót er innskotið basalt, sum í fyrndini spríkti millum basaltfláirnar og stadnaði í vøkrum og hugtakandi formatiónum. Stabbagrótið er partur av upphavi Føroya og ein grundleggjandi partur av undirgrundini, við sínum fjalda ríkidømi.

KT er ein sjálvsagdur partur av okkara nútíðar samfelag. KT verður ein enn meiri sjálvsagdur partur av framtíðar samfelagnum og ein grundleggjandi fortreyt fyri allari vinnuligari og samfelagsligari menning.

Tí er umráðandi at vit tryggja okkara framtíð við eini sterkari føroyskari KT vinnu.

8 góðar orsøkir at velja føroysKT

Nógvar góðar orsøkir eru til at hava eina sterka føroyska KT vinnu. Bæði tá tað kemur til arbeiðspláss, nýhugsan, samfelagsliga og vinnuliga menning:

  1. Prísstøðið er lægri enn í teimum londunum vit samanbera okkum við
  2. Føroyingar eru kendir fyri at vera fleksiblari arbeiðskraft
  3. Føroyskir KT veitarar eru fysiskt og mentalt tætt upp á føroyska vinnulívið
  4. Vit skapa loysnir við støði í tí føroyska tørvinum
  5. Menna og tiltrekkja førleikar
  6. Skapa fortreytir fyri vøkstri og útflutningi
  7. Skapa fortreytir fyri útbúgving og gransking
  8. At keypa føroyskt KT minkar váðan í øllum liðum bæði tá tað kemur til pengar, tíð, góðsku og trygd

Kanningin KT-fólk í Føroyum 2018

KT er ein sjálvsagdur partur av okkara nútíðar samfelag og verður ein enn meiri sjálvsagdur partur av framtíðar samfelagnum og ein grundleggjandi fortreyt fyri allari vinnuligari og samfelagsligari menning. Tí vil KT-felagið, sum er vinnugreinafelag hjá KT-vinnuni, vera við til at tryggja, at KT-vinnan er í støðugari menning, og harvið eisini tryggja framtíð Føroya. Í hesum sambandi hevur KT-felagið sett í verk kanning fyri at fáa hagtøl um KT-fólk í Føroyum.

kt-folk-í-foroyum

Kanningin kann takast niður her.

Kanningin vísur, at tað eru 627 ársverk innan KT í Føroyum. Har afturat eru 68 ársverk við fólkum, sum arbeiða í KT vinnuni, men sum tó ikki kunnu roknast sum beinleiðis KT-fólk. Úrslitið er hægri, enn KT-felagið hevði mett undan kanningini.

Við úrslitinum kann vísast á, at tað finst ein góð breidd í førleikum hjá føroyskum KT starvsfólkum. KT starvsfólk í Føroyum arbeiða við at greina, menna, sniðgeva og selja KT, og tí megna tey at lofta flestu KT-uppgávum.

Kanningin vísur, at 2,3% av samlaðu arbeiðsfjøldini í Føroyum starvast innan KT. Hetta er nakað lágt, um hugsað verður um londini rundanum okkum.

Samanborið við miðal fyri OECD londini, sum er 3,7%, so vildi talið verið 992 ársverk í Føroyum. Hetta sigur ikki, at okkum manglar ársverk, men er ein ábending um, at vit hava fá KT-fólk í vinnuni í mun til londini rundanum okkum.

Tølini hjá OECD eru grundaði á arbeiðsvirkin í aldrinum frá 15 til 64 ár.

Útfrá kanningini sæst eisini, at tað eru nógv smá umhvørvi, tað vil siga fá ársverk hjá teimum flestu og tískil fáir persónar, og so eru tað nøkur fá stór umhvørvi.

KT-felagið | Óðinshædd 7 | Tórshavn | Faroe Islands | +298 739905 | marius@industry.fo
© 2020 KT-felagið, Tøkni hevur ment